Framsýningin er sett saman av myndum við einfaldum geometriskum myndum, ið eru málaðir á lørift ella træplátur.
Oda Oda Guld Bruun, sum býr í Keypmannahavn, var fyrstu ferð í Føroyum í 2004, og er hon sera hugtikin av ljósinum og litunum í okkara náttúru.
Hon hevur fingist við málningalist í umleið 20 ár. Tey seinastu trý árini hevur hon málað á Billedskolen í Keypmannahavn, ið er ein nógv virdur listaskúli. Í løtuni arbeiðir hon í einum atelieri saman við øðrum málarum.
Framsýningin er opin til og við týsdagin 20. juni, allar dagar frá kl. 15.-20.