Framsýningin longri opin

Framsýningin av bilum og motorsúkklum í Ítróttarhøllini á Hálsi verður opin til kl. 21 í kvøld.

Framsýningin, sum letur upp í dag kl. 14, skuldi eftir ætlan verða opin til kl. 18, men John Rasmussen, sum stendur fyri framsýningini, sigur, at av tí at nógv onnur tiltøk hava verið um vikuskiftið sum t.d. bátastevna í Vestmanna og konsert í Suðuroy, verður framsýningin opin til kl. 21.00 í kvøld. Hetta verður gjørt fyri at t.d. tey sum hava verið í Suðuroy, eisini hava møguleika at síggja sergjørdu bilarnar og motorsúkklurnar.

John Rasmussen sigur, at framsýningin hevur annars verið væl vitjað. Leygardagin vitjaðu nógv fólk í høllini, umframt at eitt stórt motorsúkklutreff var á parkeringsøkinum framman fyri høllina.