Framsýningin fer til Klaksvíkar

Framsýningin hjá Anniku á Lofti í Snarskivuni í Havn fer týsdagin at ferðast Í sambandi við at Listafelagið fyllir 70 ár í ár bað Listafelagið Anniku á

Lofti sýna fram í Snarskivuni í Havn til hetta hátíðarhald.

Annika var liðug í fjør við útbúgving innan listina frá Iceland Academy of the Arts.

Hon hevur sýnt fram í fleiri londum umframt í

Føroyum, í Íslandi, Týsklandi, Eysturríki og Danmark.

Anniku dámar væl at bróta upp úr nýggjum, sum eisini sæst aftur í hennara framsýningum. Henda sýningin er einki undantak í so máta, men er øðrvísi og nýskapandi. Millum annað

hevur hon áður arbeitt nógv við hologrammum og installatiónum, og henda sýningin er

ikki minni spennandi og øðrvísi.

Sýningin er opin í Havn til 28. februar, tá hon verður flutt víðari til Leikalund í

Klaksvík og síðani til Gallarí Oyggin í Suðuroynni.