Framsýningarhøll til 25 nýggjar bilar

Við einum grundøki upp á tilsamans 9200 fermetrar og einum bygningi upp á góðar 2200 fermetrar við framsýningarhøll til umleið 25 bilar liggur Auto Service sera væl fyri við Norðara Ringveg, sigur stjórin, Árni Rasmussen

Í løtuni verður ein stór út- og umbygging gjørd hjá Auto Service við Oyggjarvegin í Havn. Størsti parturin av niðaru hædd verður nú bygdur um til eina stóra framsýningarhøll til nýggjar bilar, saman við einum nýggjum útbygningi við framsýningarvindeygum.
 
Talan verður um eina av størstu framsýningarhøllum til bilar í landinum, ið verður yvir 600 fermetrar til støddar og kemur at rúma umleið 25 bilum.
 
Fyritøkan umboðar fýra bilmerkir: Opel, Peugeot, Nissan og Saab.
Árni Rasmussen, stjóri í fyritøkuni, sigur, at framsýningarhølini verða stór og innbjóðandi, og eitt av endamálunum er at fólk í friði og náðum kunnu ganga millum bilarnar av teimum ymisku bilmerkjunum og finna sær tann rætta bilin. Ætlanin er eisini at skipa fyri ymiskum tiltøkum í framsýningarhøllini.
 
Ein stór og snotulig trappa verður eisini gjørd millum kundamóttøkuna og eykalutagoymsluna, sum eru í ovaru hædd, og framsýningarhøllina, soleiðis at hesar funktiónirnar koma at virka sum ein eind. Eisini verða nýggj skrivstovuhølir gjørd. 
 
Auto Service hevur ein stóran nútímans mekaniskan verkstað við allari tí nýggjastu útgerðini til tey ymisku bilmerkini og eina dekksølu við fleiri ymiskum dekkmerkjum. Eykalutagoymslan hevur alla ta nýggjastu teldutøknina til goymslustýring. Fyritøkan hevur samstarvsavtalu við Reyni Service í Klaksvík um tænastu av teirra bilmerkjum í Norðoyggjum
 
Hjá Auto Service eru í dag 24 fólk í starvi. Vit leggja stóran dent á, at øll starvsfólkini innan tær ymisku deildirnar altíð eru fakliga dagførd og hava ta nýggjastu vitanina og tey bestu amboðini at arbeiða við, sigur Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sum leggur afturat, at tá umbyggingin er liðug verður skipað fyri móttøku í nýggju hølunum.