Frá 3. juli til 17. august er Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 14 til 18.
Á ólavsøku, 27., 28. og 29. juli frá klokkan 14 til 18 verður framsýning av listaverkum hjá Fridjof Joensen á 1. hædd, og í kjallaranum verður framsýning av úrvali av klæðum frá Sirri, og drekkamunnur og ábit verður at fáa, sigur Tilhaldið í tíðindaskrivi.










