Klaksvík: Onnur framsýningin er í býráðshøllini. Tað er tann sokallaða oljufram-sýningin, har høvi er at síggja alla gongdina í olju-vinnuni. Henda framsýningin hevur ferðast kring landið, og nú fáa norðoyingar so høvi til at síggja hana.
Hin framsýningin er ein málningaframsýning, sum Livar Nysted úr Hvannasundi hevur. Livar hevur fyri stuttum verið í smiðjuni í Lítluvík við sínum málningum, og har vitjaðu nógv fólk.
Norðoya Kunningarstova hevur ætlanir um at hava framsýningar av ymsum slagi gjøgnum alt summarið.
Málningarnir hjá Livari Nysted kunnu síggjast í Kunningarstovuni allan hendan mánaðin.