NAFF
Altjóða fiskivinnustevnan, North Atlantic Fish Fair, sum verður í døgunum, 3.-5. mai, hevur nógv at liva upp til. Til fyrstu stevnuna, sum var í 2001, visti eingin rættiliga, hvat væntast kundi av eini slíkari stevnu í Føroyum.
Ein ?succes?
- Men luttakararnir, bæði føroyskir og útlendskir, tóku væl ímóti tiltakinum, sum gjørdist ein ?succes?. Við á hesi fyrstu stevnuni vóru 212 fyritøkur, 105 útlendskar og 107 føroyskar, og tilsamans vitjaðu 7000 gestir. Hetta var væl meira enn tað, sum fyrireikararnir høvdu væntað, sigur Dánjal Petur Hansen, sum samskipar North Atlantic Fish Fair hesaferð.
Hann vísir á, at longu eftir fyrstu stevnuna fingu fyrireikararnir viðurkenning á Vinnudegnum og herðaklapp fyri ?Ársins átak?.
Stóð royndina
Dánjal Petur sigur, at árið 2003 var árið, sum skuldi prógva, um North Atlantic Fish Fair bara var ein einlig ?svala?, sum hann tekur til ? ella, um stevnan var komin fyri at vera.
- Men úrslitini talaðu fyri seg. Við á stevnuni í 2003 vóru framsýnarar úr 17 londum, og samlaða talið av einstøkum fyritøkum var 307, harav helmingurin var úr Føroyum og hin helmingurin útlendskar fyritøkur. Tey vitjandi vóru úr 22 ymiskum londum. Fleiri enn 10.000 gestir vitjaðu stevnuna, og tað vóru nógv fleiri, enn nakar hevði væntað, sigur samskiparin.
Framsýningarøkið
Líkt er til, at stevnan hesaferð fer at eydnast minst líka so væl sum í 2003. Væl omanfyri 200 framsýnarar verða við, og hesir umboða fleiri enn 300 einstakar fyritøkur.
Framsýningarøkið er eisini vorðið størri og størri fyri hvørja ferð.
- Í 2001 var framsýningarøkið stívliga 3000 fermetrar, í 2003 umleið 4000, og hesaferð nærkast framsýningarøkið teimum 5000 fermetrunum, sigur samskiparin, Dánjal Petur Hansen.