Fyri fyrstu ferð verður ein framsýning við ikonum at síggja í Føroyum.
Og tað er forvitnisligt, sum verður í forkirkjuni í Glyvra kirkju, heldur Oggi Lamhauge, listamaður.
Hann situr í listanevndini hjá Glyvra kirkju saman við m.a. Meinhard Bjartalíð, sóknarpresti, sum hevur tikið stig til framsýningina.
Meinhard Bjartalíð var hesa tíðina í fjør í lestrarfarloyvi, og tá granskaði hann ortodoksu kirkjuna við serligum atliti til ikonografi og ikonteologi.
Ikonir eru myndlist í eysturkirkjuni.
- Vesturlendska myndlistin er meira jørðisk, men ikonirnar hava eina meira andaliga tilgongd til listina, sigur Oggi Lamhauge.
Hann heldur framsýningina við ikonunum vera listarliga spennandi, tí vit eru ikki von við slíkar framsýningar. Nógvir føroyingar vhava tó sæð ikonir áður eitt nú á vitjan í kirkjum eystanfyri og sunnanfyri.
Á framsýningini verður ein ikon úr Russlandi, ein úr Grikkalandi, málaður á sjálvum heilaga fjallinum Athos, og ein er úr Bulgaria. Onkur er elligamal, og teir eru viðismiklir, prýddir við gulli.
Onkrir ikonar á framsýningini eru læntir ur Mariukirkjuni, og aðrir eru privat ogn.
Mikukvøldið klokkan 20 fer Meinhard Bjartalíð at halda fyrilestur í Glyvra kirkju um ikonar og ikonografi, og tá letur framsýningin upp.
Framsýningin verður eisini opin í vikuskiftinum 28. Til 30. september frá klokkan 16 til 20.










