<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Framsýning við fotomyndarøðini Fragmented Unison hjá Mariannu Mørkøre og Mariu Arnell letur upp í Snarskivuni hósdagin, 31. august, kl.16 og verður at síggja fram til 29.september. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Fragmented Unison er ein svørt-hvít myndarøð við 9 myndum, har tann klassiska føroyska náttúrumyndin er sett saman við fimm einsháttaðum gentum. Hetta setur ein surrealistiskan dám á myndarøðina. Myndirnar avmynda tann byrjandi ungdómin í eini óspiltari náttúru við íblástri úr sterkum grafiskum kompositiónum.
Í næstum verða myndirnar at síggja á Clarion Hotel í Stockholm í samband við altjóða fotofestivalin xpoSeptember 23.9 - 22.10. At vera við í einum tílíkum fotofestivali er eitt sera gott høvi at vísa fram myndarøðina og sostatt fáa samband við onnur altjóða framsýningarstøð.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$