Framsýningin er at síggja í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Bøkurnar eru deildar upp soleiðis, at myndabøkur standa fyri seg, smábarna bøkur fyri seg, ungdómsbøkur fyri seg og so víðari.
Við á framsýningini eru umleið 1030 útgávur. Tey vitjandi kunnu taka bøkurnar niður av hillunum og blaða í teimum.
Tó vera nakrar av bókunum sýndar fram handan glas. Millum aðrar tann fyrsta jólabókin, ið kom út í 1950 og tær tólv Glæstribøkurnar, ið komu út í 1958.
Framsýningin verður at síggja til 16. oktober.