Gamla Hospital (Færø Amts Hospital) varð bygt í 1829 og brúkt sum sjúkrahús til 1924, tá ið Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu. Gamla hospitalið í Lágabø varð tá selt.
Hospitalið varð í fleiri umførum umvælt, og bygt varð uppí. Í 1877 var Cellan bygd. Hon varð laðað úr gróti og nýtt til sinnissjúk. Í 1941 keypti Tórshavnar Skipasmiðja Celluna. Hon stóð uppi til 1977, og har búðu arbeiðsmenn og handverkarar, sum arbeiddu á skipasmiðjuni. Seinni hevur Tórshavnar Skipasmiðja keypt Gamla Hospital. Tá ið ætlanin var at taka tað niður, tóku nøkur áhugað seg saman um at virka fyri at varðveita húsini og nýta tey til hospitalssavn. Í januar 1999 samtykti Tórshavnar býráð at leggja eitt øki av oman fyri Mullers Pakkhús, stutt frá har ið Hospitalið stendur, soleiðis at tað kann verða varðveitt í sínum upprunaliga umhvørvi.
Áðrenn bygningurin verður fluttur, skipar áhugabólkurin fyri framsýning í Gamla Hospitali í Skiparagøtu. Framsýningin letur upp týsdagin 20. apríl kl. 16 og er opin týsdag-fríggjadag frá kl. 16-18, leygardag og sunnudag frá kl. 15-18.
Á framsýningini eru myndir, skjøl og útgerð, ið tá varð nýtt, og ein gomul sjúkrastova er sett upp.










