Framsýning um bakarar í Havn

Tað er uppi í tíðini at skipa fyri framsýningum við gomlum myndum. Í hesum døgum skipar B36 fyri framsýning um bakararnar í Havn

Tað er næstan móti at skipa fyri framsýningum um gamlar dagar og um páskini hevur verið enn ein slík.

Tað er B36, og kanska serliga Birgar Johannesen, sum hevur víst stóran áhuga fyri farnum tíðum. Hesaferð var túrurin komin til bakararnar.

Hann hevur fingið hendur á myndum, sum vísa søguna hjá bakarunum í Havn, síðani M. C. Restorff gamli læt upp fyrsta bakaríið.

Men tað er at skunda sær, tí seinasti framsýningardagur er í dag, og tað er í SMS framsýningin er, skuldi nakar ivast