Á ólavsøku verður ein framsýning í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Talan er um eina glas- og myndlistaframsýning við Mikkalinu Norðberg og Sólvá Gunnarsson Olsen í kjallaranum í Tilhaldinum. Søluframsýningin er opin ólavsøkuaftan og ólavsøkudag frá kl. 15-19, og leygardagin og sunnudagin frá kl. 15-18.









