Hósdagin og fríggjadagin 25. og 26. mai skipar Kjølbro Heilsøla fyri stórari framsýning í matstovuni á flakavirkinum í Sørvági. Frá tí at heilsølan byrjaði sítt virksemi, hevur tað verið heilt nattúrligt at bjóða fiskiflotanum alla ta vøru og útgerð, sum hoyrir skipum til. Hetta hevur so ført við sær, at Kjølbro Heilsøla er blivin ein leiðandi heilsøla, tá tað snýr seg um fiskiflotan.
Á framsýningini, sum er meira ætla sjófólki, útgerðafeløgum, virkjum og handlum, verður nógv at síggja. Av tí at Kjølbro í 99 fekk umboð uppá ta heimskendu oljuna TEXACO, verða sjálvandi vørur frá Texaco at síggja á hesari framsýning. Kjølbro fekk eisini fyrst í 2000, umboð uppá 66 N. Hetta er eitt vælkent íslenskt merki, sum selur oljuklæðir, dressir, arbeiðsklæðir, trygdarskógvar og nógv nógv annað. So 66 N verður eisini at síggja á framsýningini.
Umframt olju og klæðir til vinnulívið, kemur Kjølbro eisini at vísa fram knívar frá Frost, húkar frá Mustad, styvlar frá Bekina og nógv nógv annað. Í stuttum tíðindaskrivi frá Kjølbro verður sagt, at opið er báðar dagarnar frá kl. 17 til 21 og at øll eru vælkomin.