Fimleikur
Komandi vikuskifti verða árligu framsýningarnar hjá fimleikafelagnum Støkk í ítróttarhøllini í Runavík. Á skránni eru, umframt vanligu liðini hjá Støkk, fýra rútmisk fimleikalið, sum øll luttóku í Stórkappingini í ítróttarhøllini á Kambsdali, og harafturat reiðskapsfimleikur á høgum støði. Fimleikararnir hava vant allan vetur og eru tí sera spentir at vísa síni kynstur fram.
Framsýningarnar hjá Støkk hava altíð verið væl vitjaðar, og er áhugin vaksin seinastu árini. Tí hevur nevndin hjá Støkk gjørt av at hava tvær sýningar í ár. Hin fyrra verður leygardagin 29. mars kl. 16.00 og tann seinna sunnudagin 30. mars kl. 16.00. Nálir og ídnisprógv verða handað sunnudagin.
Meðan framsýningarnar eru, verður stórt páskatombola í gongini, har ymiskt páskaprýði og páskaregg verða at vinna. Møguleiki verður eisini at ogna sær tær væl umtóktu støkktaskurnar, sum tað enn eru nakrar eftir av.
Fimleikaframsýningin sunnudagin verður tikin upp á sjónband, og tá framsýnginin er, verður eisini møguleiki at bíleggja sær eitt av hesum.
Fimleikararnir gleða seg til framsýningarnar, og vóna øll í Støkk at síggja systkin, foreldur, ommur og abbar, vinir og kenningar, umframt øll onnur fimleikaáhugað í ítróttarhøllini í Runavík 29. og 30. mars.