Framsýning í Riberhúsi

Í hesum døgum hava tær tríggjar Elisabeth Ellingsgaard – glarlist, Marita Guttesen - sniðgeving og Oddny í Lon – sniðgeving, felags framsýning í Riberhús.

Allar hava tær áður sýnt fram millum annað á Gluggaglæmu og í Norðurlandahúsinum. Felags fyri allar er, at tær fáa íblástur úr náttúruni og leggja dent á litsamanseting, snið og góðsku.

Framsýningin í Ribarhús er opin í tíðarskeiðnum 11. til 29. august, og er soleiðis opin:

Mánadag til fríggjardag 15 – 17.30, leygardagar 11 - 17 og sunnudagar 15 - 17.30.