Framsýning og bókaframløga í Listaskálanum

Fríggjadagin letur upp framsýning í Listaskálanum við málningum hjá Kára Svensson í sambandi við at savnið gevur út bók um listamannin



Fríggjadagin 6. februar klokkan 17.00 hevur listamaðurin Kári Svensson framsýning í Listaskálanum í Gundadali í sambandi við, at Listasavn Føroya gevur út bók um hann. Savnsleiðarin á Ribe Kunstmuseum, Dagmar Warming, cand.mag. MA, hevur skrivað bókina, sum telur 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við eini 70 myndum. Útgávudagin fæst bókin fyri serprís 



Kringlut menning

Um listamannin, sum er føddur í Havn í 1954, verður m.a. sagt í bókini: “Trupult er at fáa eitt neyðugt yvirlit, tá ið tú fæst við ein so virknan nútíðarlistamann sum Kára Svensson. Eitt yvirlit í bókstavligum týdningi, har verk hansara síggjast burturfrá við óheftum eygum og perspektiverandi sinni. /.../ Listaverkini kunnu væl saktans lýsast í rættari tíðarrøð, um funnið verður fram til punktið, har ið Kári byrjar og síðan mennir seg til tann listamann, hann nú er. Men ein onnur menning ger eisini vart við seg; hon er ikki reglurøtt, men klingrut. Hon snýr seg um, at árstíðirnar fara í ring, og tað sæst týðiliga aftur í listaliga myndframburðinum – serliga tí ið viðvíkur litfjølini. Og nú hevur tú brádliga fingið fatur í okkurt týdningarmikið í myndaheimi Kára Svenssonar. Tú gerst eisini varugur við, at hansara list snýr seg ikki bara um náttúruíblástur, men ofta um eina stilla tilverudimensjón. Haraftrat kemur gleðin í tí at mála”.

Dagmar Warming setir framsýningina, har listamaðurin verður til staðar á ferniseringini.

Lena Andersen og Niclas Johannesen luttaka við tónleiki.

Framsýningin endar 8. mars 2009