Talan er um 19 listaverk ? bæði oljumálningar og myndir gjørdar úr koli og vatni.
Maria er klaksvíkingur, hon er 36 ára gomul og lærdi málningalist á Listaskúla í Danmark frá 1996 til 1998.
Hon hevur millum annað eisini havt framsýningar á Viðareiði, í Tórshavn, Klaksvík og í Danmark. Eisini hevur hon luttikið á framsýningum á norðoyastevnu, Ólavsøku og einar á Stykkinum.
Umframt at vera listakvinna, undir Maria í tekning og málningalist á Føroya Handarbeiðskúla.
Íblásturin til listaverkini sigur hon seg fáa frá føroyskum bygdaløgum, náttúruni og menniskjum.
Framsýningin hjá Mariu verður hangandi uppi allan mars mánað.