Framsýning í mentamálaráðnum

Í hesi vikuni hevur Jóna Kristin Thomsen forvitnisliga listaframsýning á flatskermi í Mentamálaráðnum


Listaframsýning
 
Eitt sermerkt við framsýningini, sum eitur Í rúmi, er, t hon verður víst á fimm flatskermum.  Framsýningin er opin til fríggjadagin klokkan 15.
Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at Jóna Kristin Thomsen er 26 ára gomul og lesur sálarfrøði og heimspolitikk í London.
Hon er eisini rýtmiskur fimleikari og dansari og hevur verið í Danmark, London og stutt tíðarskeið í New York og nomið sær útbúgving í dansi.
Hon hevur áður arbeitt í Føroyum, her hon hevur verið við í fleiri uppsetingum, m.a. Josef og litfagra dreymakotið. Hon hevur eisini verið við í gøtusjónleiki á Ólavsøku og á Listastevnuni, umframt í tiltakinum Hendur og Hugflog.
Henni dámar sera væl at arbeiða í ymsum dansistílum, bæði sum dansari og koreografur. Hon hevur eisini verið venjari í dansi og fimleiki í fleiri umførum.Eftir lokið Bachelourat kundi Jóna hugsað sær at hildið fram við listarligum arbeiði í dansi og hin heldur serliga, at at samfelagslig og sálarfrøðilig evni eru spennandi íblástur til hetta.