Í sambandi við, at bøkurnar Havnar søga 1 og 2 koma út, skipar Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar Býarsavni og Føroya Forn-minnissavni fyri framsýning í Müllers pakkhúsi
Søgufrøðingarnir Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen hava í nøkur ár arbeitt burturav við einum bókaverki um Havnar søgu frá landnámi til okkara dagar. Nú er komið somikið væl áleiðis við arbeiðinum, at fyrsta og onnur bók, ið er um tíðarskeiðið frá landnámi til 1816, verða at fáa til keyps.
Í høvuðsheitum er fyrsta bókin um frásagnir og samtíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bóndagarðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahandilin fram til umleið 1790 og staðanøvn innan- og uttan-garðs í Havnini.
Onnur bókin er í høvuðs-heitum um Vágsbotns-handilin 1768-1793, kongliga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansaverkið, hospitals- og heilsu-viðurskifti, kirkjurnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816.
Høvundarnir hava eisini gjørt eina roynd at endurskapa fólkavøksturin, demografisku gongdina í Havn og í Føroyum í tíðini frá 1600 til 1816.
Havnar søga 1 og 2 er prýdd við nógvum myndum, kortum, skitsum, tekningum og skjølum, sum almenningurin ikki áður hevur sæð. Sumt av hesum tilfari verður endurgivið á framsýningini, har eisini fornlutir eru at síggja.
Jónhild Johannessen, arkitektur, hevur sniðgivið framsýningina. Dekostovan hevur staðið fyri grafisku uppsetingini.
Framsýninigin í Müllers pakkhúsi er opin frá 1. oktober til 24. oktober, seinnapartin.