Framsýning í Listaskálanum

Leygardagin 26. juni kl. 16 letur framsýningin ?Alt tað sum hevur fuglaflog? hjá Astri Luihn upp í Listaskálanum. Á framsýningini verða nýggir málningar at síggja. Astri Luihn arbeiðir bæði við abstraktum og figurativum formmáli. Innihald og úttrykk lýsa av organiskari rútmu, einfeldi, onkrum sansaligum og sorgblíðum, ið plaga at verða tulkað sum sereyðkenni í norðurlendskari fagurfrøði, og sum stuðla tematiska innihaldinum í myndunum.

Í sambandi við framsýningina gevur Listasavnið út bók við teksti eftir Bente Scavenius, listfrøðingi,mag. art., ummælara og rithøvundi. Bente Scavenius hevur undirvíst á Københavns Universitet og Aarhus Universitet og skrivað eina langa røð av bókum um list.

Bente Scavenius letur framsýningina hjá Astri Luihn upp, og Debess Blues Station framførir tónleik. Listakvinnan verður til staðar á ferniseringini. Framsýningin er opin frá 26. juni til 20. juli.