Fríggjadagin á Norðoyastevnu letur juniframsýningin upp í Leikalund í Klaksvík. Talan er um listarframsýning við myndum hjá klaksvíkskvinnuni, Magnu Auðunsson. Magna Auðunsson, sum er fødd í 1946, er ættað úr Klaksvík, men býr í løtuni í Mikladali, har hon starvast sum lærari. Hon hevur áður búð bæði í Neskaupstaði á eysturlandinum í Íslandi og í Danmark.
Magna hevur verið virkin listarkvinna í mong ár og hevur í tíðarskeiðnum frá 1980 og fram til í dag luttikið á fleiri listarskeiðum bæði í Íslandi, Skotlandi, Danmark og heima í Føroyum
Tað mesta, sum Magna í sínum málningum hevur lýst, eru náttúrulýsingar og landslagsmyndir, men eisini hevur hon málað blómumyndir. Fyrr hevur hon nýtt olju, men er nú farin yvir til akrylmálningar. Til hesa framsýningina verður talan um á leið 30 málningar.
Magna Auðunsson hevur fyrr haft framsýningar í Leikalund, eins og fleiri aðrastaðni í Klaksvík. Men eisini hava myndir hennara verið at sæð úti í heimi, eitt nú í Danmark, Íslandi, Noregi og í Svøríki.
Framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 16, har øll eru vælkomin. Tá verður høvi at hitta listakvinnuna, og Leikalund bjóðar ein kaffimunn til gestirnar. Í hesum sambandi verður handilin opin til klokkan 19.
Í vikuskiftinum, tá Norðoyastevna er, fer Leikalund at hava opið uttanfyri vanliga tíð. Leygardagin verður handilin opin frá 10 til 19 og sunnudagin frá 16 til 20. Myndirnar verða hangandi allan juni mánaða og eru at síggja í vanligari upplatingartíð mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl 17.30 og leygardag frá klokkan 10 til klokkan 13.