Framsýning kring Nólsoyar Páll og í Sirkus

Í kvøld klokkan 19 letur upp ein framsýning í Sirkus í Havn og á torginum kring Nólsoyar Páll. Framsýningin hevur heitið »Trash of Endurnýtsla Framsýning«.

 

Framsýning er í sambandi við, at Live aRt seinastu dagarnar hevur skipað fyri verkstovu, nevnd »Nú er tað Vandamikið! – Trash of Endurnýtsla« Ein verkstova, har undirvíst hevur verið í kreativari endurnýtslu.

 

– Saman við trimum føroyskum listafólkum hava vit eisini fingið seks dugnalig donsk listafólk at koma til Føroya at undirvísa í verkstovunum; Sound of Trash, Design your Trash og Sustainable Cooking. Borðreitt verður tískil við spennandi og øðrvísi avbjóðingum á »Nú er tad Vandamikið! – Trash of Endurnýtsla«, siga fyrireikararnir.

 

Framsýningin er úrslitið av »Trash of Endurnýtsla«, sum verður í Sirkus.

 

Sum myndirnar vísa, so er ein partur av framsýningini á torginum kring Nólsoyar Páll í Vágsbotni, har eitt av »listarverkunum« er at gyrða Nólsoyar Páll inni.

 

Meira fæst at vita um Trash of endurnýtsla verkstovurnar á www.liveart.fo/index.php

 

Um Live aRt siga fyrireikararnir:

Live aRt er eitt tvørlistaligt tiltak, sum hevur til endamáls at skapa eitt forum við ymsum listagreinum millum listafólk í Føroyum og í útheiminum. Vit skipa fyri verkstovum, við undirvísing í ymsum listagreinum. Vit fáa dugnalig útlendsk listafólk at koma til Føroya at undirvísa, og á hendan hátt skapar Live aRt sambond ímillum føroysk og útlendsk listafólk, og samstundis eitt netverk fyri list uttanfyri landamørkini.