Í morgin letur Paulina M. K. Eliasen upp framsýning í Hoyvíkar kirkju. Framsýningin verður fram til sunnudagin
Evnið er Kirkjuklæði í Føroyum.
Jógvan Fríðrisson, biskpur setur framsýningina klokkan 17, og síðani verður møguleiki hjá vitjandi at hyggja eftir ymsu lutunum í kirkjukjallaranum. Latið verður aftur kl 21.00
Fríggjadagin verður opið frá kl 13.00 til 18.00 í
Kirkjukjallaranum, og leygardagin fyrst frá klokkan 10 til 12.
Kirkjan letur upp aftur klokkan 14, tá ið Kingo kórið syngur. Síðani
heldur Paulina Eliasen fyrilestur um Kirkjuklæði í Føroyum. Paulina fer at
greiða frá arbeiði sínum seinastu 30 árini.
Biskupur og fýra prestar fara at vísa fram biskupskápu og messuaklar.
Framsýningin í kjallaranum heldur fram, og møguleiki verður at síggja kvinnur
sita og seyma og greiða frá ymsum seymihættum.
Sunnudagin verður opið frá 14.00 til 18.00
Stuðlað hesum tiltaki hava: Hoyvíkar kirkja, Felagið fyri kirkjuráðslimir,
Føroya stiftsstjórn og Tórshavnar kvøld og ungdómsskúli.
Myndatekstur:
Ein partur av tiltakinum er at vísa fram ymiskar kápur. Í samband við tiltakið fara biskupur og fýra prestar fara at vísa fram biskupskápu og messuaklar (henda myndin er tikin í samband við eitt hátíðarhald í Hests kirkju)