Framsýning hjá VB

VB skuldi bara hava tíðina at ganga leygardagin, soleiðis at tær eftir dystin kundu taka ímóti sjónliga tekininum um FM-heitið

Kvinnuhondbóltur

Føroyameistararnir úr VB vitjaðu í seinsta umfarinum hjá Tjaldri, sum fyri tað mesta hevur verið isolerað í botninum av stigatalvuni.
Og dysturin hesa ferð gjørdist eisini ein ásannan av, at tað er munur á toppi og botni. Kanska hava onkrir av hinum sigrunum hjá VB verið meira sannførandi enn tann í Runavík leygardagin, men trupulleikar høvdu meistararnir ongantíð.
Tíðliga í fyrra hálvleiki skaptu tær eitt hampuligt hol niður til Tjaldur, og so gekk fyri tað mesat ein veg. Eisini hóast gestirnir ofta tóktust taka sær av løttum, meðan tær bíðaðu eftir, at dysturin skuldi enda, soleiðis at gullkrónurnar fyri árið kundu býtast út.
Og tað blivu tær so loksins. Fyrstu gullmerkini hjá VB í meira enn hálva øld hava verið veruleiki nú í nakrar vikur, og nú hava tær so eisini fingið sjónliga prógvið fyri hesum.

Dysturin í tølum
Tjaldur-VB 20-30 (8-13)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 7, Lenka Ribaric 4, Hansa Mikkelsen 3, Turid Lamhauge 2, Elinbjørg Hammer 2, Sonja Gleðisheygg 1, Oddvá Fossdalsá 1
VB: Daiva Toumaite 8(3), Gurið Mortensen 7, Laila Jespersen 4, Guðrun Midjord 3, Eyðdis Kjærbo 2, Arnleyð Hjlem 2, Rannvá Augustinussen 2, Anja Mørk 1(1), Eyðbritt Krossá 1
Brotskøst: Tjaldur 3, VB 5
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.