Framsýning
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Í fleiri ár hevur tað verið ein fastur táttur hjá stuðulsfelagnum Dragin at skipa fyri framsýning á Norðoyastevnu.
Framsýningin í ár verður býtt sundur í tveir partar, har tann eini sýnir myndir av náttúrini og djóralívinum á Antarktis, sum týski myndamaðurin Klaus Kieselwetter hevur tikið.
Klaus hevur seinastu tvey árini siglt við ferðamannaskipum til Antarktis, og er tað her, at hann hevur tikið myndirnar.
Hendur og hugflog
Hin parturin eru lutir, sum listarfólk úr Klaksvík hava latið úr hondum.
Millum lutirnar eru eisini borð og stólar, sum eru føroyskt design og føroyskt handverk.
Tað er Rógvi í Bø, sum hevur teknað, meðan Jógvan Abs. Absalonssen hevur evnað til.
Eisini aðrir forvitnisligir lutir verða at síggja á framsýningini.
Hátíðarhald
Norðoya Sparikassi hevur ognað sær flestu lutirnar, ið sýndir verða fram, og í hesum sambandi skipaði sparikassin fríggjakvøldið fyri einum lítlum hátíðarhaldið, til heiðurs fyri listarfólkini.
Framsýningin verður annars opin Norðoyastevnuaftan frá klokkan 16 til 21, og Norðoyastevnudag frá klokkan 15 til 22.