Framsýning: Hipsters á kummuni

Leygardagin letur Kristina Joensen upp eina málningaframsýning í Østrøm, og talan er um eina nakað øðrvísi framsýning - kend og ókend fólk vera at síggja á kummuni, meðan tey sita í hipsterstíli.

 

Kristina Joensen letur upp málningaframsýning í Østrøm leygardagin 16. mars kl. 15:00. Framsýningin er opin í 14 dagar.

Kristina er ein modernistur og ein avantgardistur. Hon hevur tey seinastu árini gjørt vart við seg á ymsan hátt við t. d. við tveimum leikum, sum hon gjørdi sjálv, ið vórðu sýndir í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani, havt skeið í myndlist í Ribarhúsi , sum hava verið væl umtókt og sjálvstøðuga málningaframsýning í Ribarhúsi fyri tveimum árum síðani.

Á mentanarstevnuni í fjør í Fuglafirði var leikur í Gamla svimjihylinum , ið bar heitið: Rúmdarfiskar. Ein sera poetisk, moderna, avantgardistisk sýning við fimleikarum ílatnir sum rúmdarfiskar, ið gjørdu ymsar rørslur í vatni eftir trummuljóði og tónleiki. Litað ljós setti sín dám á framførsluna. Ein djóraparada í bygdini við næmingum í 7. flokki var eisini á skránni hesa mentanarviku, sum Kristina stóð fyri.

Á málningaframsýningini leygardagi verða málningar at sjá av kendum - og minni kendum fólki, sum fara at sita í hipsterstíli á kummuni. Hetta eru litríkir, smáir málningar. Frits Johannesen sigur nøkur orð, tá ið sýningin letur upp og Jógvan Joensen spælur nøkur løg.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.