Fyrireikararnir hava samlað eini hundrað myndir, sum lýsa alla skúlatíðina í Haraldsundi. Elsta myndin er av ferðalærara, ið røkti lærarastarvið á Kunoynni í 1892.
Umframt áhugaverdu myndirnar eru gamlir skúlalutir tiknir fram aftur og settir inn í skúlastovuna. Tey vitjandi kunnu eisini lesa ymisk gomul skjøl, ið liggja frammi. Hetta eru skjøl, ið eru viðkomandi fyri Haraldsunds skúla.
Tiltakið byrjar fríggjadagin 13. august klokkan 19.00. Hetta kvøldið verður framsýningin sýnd frá klokkan 19.00 til klokkan 22.00.
Tiltakið byrjar við eini hugnaløtu, har borgarstjórin í Kunoyar kommunu bjóðar vælkomin, og haraldsundskvinnan og søgufrøðingurin Óluva Klettskarð heldur ein fyrilestur. Eisini verður felagssangur. Hugnaløtan verður í bygdarhúsinum.
Eftir hugnaløtuna kunnu fólk leita sær niðan í skúlan, har framsýningin er sett upp. Klokkan 21.00 hetta kvøldið er møguleiki at síggja film í bygdarhúsinum. Talan er um film, ið er upptikin í Haraldsundi fyrst í sjeytiárunum.
Leygardagin er framsýningin opin millum klokkan 14.00 og 17.00
Framsýningin er ókeypis og tey vitjandi fáa køkur og kaffi.
Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk leggja leiðina norður til Haraldsunds at hyggja at hesi sjáldsomu framsýning.










