Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.
Framsýningin í ár er størri og fjølbroyttari enn vanligt, og hetta kemst av, at skeiðið nú eru longt við 6 vikum.
Undirvíst hevur verið í hondarbeiðslærugreinunum, binding, tilskering, seyming, leður og skinn, patchwork, silkimáling, brodering, føroysk bond.
Eisini café
Í samband við eina evnisviku, har evni var "Neytakonan ein horvin kvinnumynd", tilevnaðu næmingarnir klæði til eina neytadukku. Hesar vøkru dukkur verða eisini við á framsýningini.
Á framsýningini verður eisini høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa ein góðan køkubita, sum næmingarnir hava baka, afturvið einum góðum kaffimunni.
Sum nakað nýtt verður opið hús har vitjandi ? kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra ? kunnu fáa meira at vita um skúlan.
Framsýningin er opin týsdagin frá kl. 16:00 til 21:00, og Húsarhaldsskúli Føroya sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin.










