Framsýning á Húsarhaldsskúla Føroya

Framsýning av handarbeiði, mótashow, café og opið hús verður á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík týsdagin 24. februar.

Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning við tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt. Sum nakað nýtt hava næmingarnir eisini skipað fyri eini spennandi mótasýning.


Undirvíst hevur verið í handarbeiðslærugreinunum: binding, tilskering, seyming, patchwork, silkimáling, brodering og føroysk bond.


Á framsýningini verður eisini høvi hjá teimum vitjandi at fara á cafe, fáa ein góðan køkubita, sum næmingarnir hava bakað afturvið einum góðum kaffimunni.


Sum nakað nýtt verður opið hús, har tey vitjandi, kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra, kunnu fáa meira at vita um skúlan.


Framsýningin er opin týsdagin 24. februar frá kl. 16.00 – 21.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.