Soleiðis eitur framsýningin hjá Harriet Poulsen Vágadal, sum verður í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 23. november til mikudagin hin 28. november.
Sum heitið sipar til, verða eldri og nýggjari málningar at síggja. Eldru málningarnir fara heilt aftur til nitiárini og fevna eitt nú um eitt "pointilistiskt" verk. Teir nýggjaru eru eitt nú av eini asymmetriskari røð.
Eisini verður nýggja bókin hjá Harriet Samleiki í loyndum, vístur fram og signeraður. Bókin er næsti leikur, ið Harriet hevur skrivað, og sum forlagið Sprotin hevur útgivið.
Leikurin umrøður tvístøðuna at vera samkyndur og trúgvandi.
Á framsýningini verður harumframt høvið at síggja uppskotið hjá Harriet til at listprýða Boðanesheimið.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin hvønn dag frá 1619.