Framsýning í Fuglafirði


 

- Ein áhugaverd og øðrvísi framsýning - Tað er, hvat ið Fuglafjarðar Heimavirkisfelag og Gallarí Ribarhúsi, ið saman við nøkrum seymikonum frá Eysturoynni, siga um teirra framsýning, ið verður í frá 9. sept. til og við 16. sept. Á framsýningini verða m. a patchwork teppir, quiltaðar pútir og applikeraðar mynd-ir at síggja saman við øðrum seymaðum lutum. Eisini fer Orkis at hava ymsar dekoratiónir og antikar møblar við á framsýningini.

Seymikonurnar úr Eysturoynni, ið vóru við til at taka stig til hesa framsýning, ætla sær at hava eina aðra tílíka framsýning í heyst og vetur. Endamálið við framsýningini er at vekja áhuga fyri kreativari seyming

9. sept. kl. 15.00 fer Randi Vang at hugleiða um seyming og lappar, og onkur fer at syngja og spæla. Framsýningin er opin hvønn dag millum kl. 15.00 og 17.30 í Gallarí Ribarhúsið í Fuglafirði. Kaffi verður eisini at fáa.