Einaferð skal vera fyrstu ferð, plaga vit at taka til, og tað ger Ole Jakob Nielsen eftir øllum at døma eisini, tí í døgunum frá 5. til 14. oktober fer hann at hava sýna fyrstu framsýning í Danmark.
Framsýningin verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og tað, sum Ole Jakob fer at sýna fram, verða lampuskermarnir og skálirnar, sum flestu føroyingar kenna.
Sum sagt er hetta fyrsta ferðin, at Ole Jakob sýnir fram í Danmark, og á ein hátt vendir hann við hesum aftur til sín uppruna, tí Ole Jakob Nielsen er føddur dani.
Hann varð føddur stutt uttanfyri Ikast, í Miðjútlandi. Hann steðgaðu tey kortini ikki so leingi, tí tey fluttu til býin Neksø á Bornholm, har Ole Jakob eisini er vaksin upp. So hóast føddur dani, so er hann oyggjabúgvi ...