Hetta er ein annarleiðis framsýning við t.d nattúrmyndum og fletting av seyði, eisini sýna tær tað, tær kalla "ikon- skitser". Alt er gjørt við oljukriti, vatnlitum og akrylmáling. Framsýningin er opin hvønn dag frá 14 20.
Kari er annars úr Noregi, og hevur hon áður havt framsýningar har. Estrid er úr Danmark, har hon hevur havt onkrar framsýningar, og nú er hon so komin til Føroyar at hava hesa framsýningina.
Uttan um listaheimin starvast Kari sum urtagarðskvinna og Estrid sum fulltíðar listafólk í Danmark. Framsýningin er opin til og við týsdagin 29. november.