tíðindaskriv
Dorte sigur sjálv at frá, at heilt frá barnsbeini av hevur tónleikur, litir, rytmur, klangur, mynstur og linjur havt ein høvuðsleiklut. Hetta merkir hon eisini sum vaksin antin hon er til arbeiðis sum organistur, um hon teknar, bindir, vevur, flættar píl ella á onkran annan hátt ger nakað handaligt.
Tekniblokkurin er altíð við í ferðasjáttuni, somuleiðis stokkar og tógv, og vevurin er sum flyglið, tvey tey mest umráðandi amboðini í húsinum.
Áhugin fyri píli byrjaði fyri einum 14 árum síðani hjá Bent Winkler. Síðani hava fólk úr m.a Írlandi, og Onglandi verðið íbirtarar til framhaldandi arbeiði við pílafletting.
Dorte hevur havt fleiri framsýningar av handaligum arbeiði í Danmark. Hon hevur tey seinastu 4 árini verðið fastur framsýnari í Galleri Damcottage í Vringsted í Vensyssel. Hennara seinasta ferðaframsýning var í gallarínum hjá Marianne Isager í Århus.
Dorte Tilma er fødd í 1952, hon er útbúgvin á Det Jyske Musikkonservatorium við kirkjumusikalskari diplomeksamiu. Hon er í løtuni organisktur við Langeneskirkjuna í Århus og lærari við Vestervig kirkjumusikkskúla. Hon er eisini kórleiðari hjá kirkjukórinum Ljómi í Vági.
Framsýningin í Sirri í Vági er opin fram til 14. mars









