Síðan 12. mai í ár hava Ann Vilhelmdóttir og Kári Hansen í Kvívík rikið sína egnu fyritøku, P/F Stubbin, sum selur og útleigar kampingvognar, trailarar og bátar, umframt sølu av framkomnari navigatiónsútgerð.
Hesa vikuna hevur fyritøkan eina framsýning av tí sum tey selja og útleiga á økinum hjá Reyni Service við Oyggjarvegin í Havn.
Á framsýningini eru fleiri Örnvik frítíðarbátar í ymiskum støddum og prísklassum. Örnvik bátarnir eru upprunaliga svenskir, men í dag verða glastrevjaskrokkarnir stoyptir í Póllandi. Bátarnir, ið eru ES-góðkendir, fáast í nógvum ymiskum støddum og prísklassum - frá kr. 100.000,- og upp eftir.
Hugskotið er at keypa bát og vogn saman. Nógvastaðni í landinum er tað sera ringt um ikki heilt ógjørligt at fáa pláss til at leggja ein bát, tí er hetta ein góður møguleiki við at hava bátin standandi á vogninum, so kann man taka hann við sær til hús, sigur Kári Hansen frá Stubbanum.
Stórur áhugi er bæði fyri at keypa og at leiga vognar og bátar, sigur Kári, sum gjarna koyrir vognin ella bátin har kundin ynskir tað - alt eftir avtalu.
Stubbin umboðar kampingvognar av merkinum Hobby, Mercury motorar, og Garmin navigatiónsútgerð til bæði bátar og bilar.
Framsýningin við Oyggjarvegin verður opin til og við leygardagin 20. august.
Myndatekstur:
P/F Stubbin í Kvívík hevur í hesum døgum eina framsýning av kampingvognum, bátum og navigatiónsútgerð við Oyggjarvegin í Havn. Á myndin er Kári Hansen frá Stubbanum
Mynd: Bárður Lydersen









