Sjey persónlig brøv skrivað av William Heinesen eru nú at síggja á frímerkjaframsýningini í Fredericia
Zacharias Heinesen hevur givið Postverk Føroya loyvi til at sýna fram sjey persónlig brøv skrivað av William Heinesen.
Hesi brøv hava ikki áður verið sýnd alment fram, men nú fær almenningurin so høvi at síggja tey á stóru frímerkjaframsýningini, sum verður í Fredericia Messecenter Vestre Ringvej 101, 7000 Fredericia 7.-9. november.
William Heinesen (1900-91) var sera íðin at skriva brøv, og eftir hann liggur stór mongd av maskinskrivaðum brøvum ? sum í sjálvum sær eru ein kærleiksváttan til henda samskiftishátt.
Á heimasíðuni www.frimforum.dk fæst meiri at vita um brævaskrivingina hjá William Heinesen og um frímerkjaframsýningina sum heild.
Upplatingartíðirnar á framsýningini eru hesar:
Fríggjadagin 7. nov. kl. 10 til 18
Leygardagin 8. nov. kl. 10 til 17
Sunnudagin 9. nov. kl. 10 til 17










