Framsókn vrakaði lista­sam­gongu

Til býráðsvalið í síðstu viku bjóð­aði Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in Fram­sókn at gera lista­sam­gongu soleiðis, at Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in og Framsókn høvdu fel­ags lista. Men hesum tilboð havn­aði Framsókn.

Um flokkarnir gjørdu slíka sam­gongu, so høvdu tey fingið eitt um­boð í Tórshavnar býráð. Til­sam­ans fingu flokkarnir 936 at­kvøð­ur, og tað hevði verið nóg mik­ið at fing­ið 9. sessin í bý­ráð­num, og tað hevði aftur merkt, at Javn­að­ar­flokk­ur­in hevði mist sítt sjeynda umboð, sum er valt sum nummar 13. Kristianna Winther Poulsen hevði so verið vald við 146 persónligum at­kvøð­um.
Sum vit skilja, so bjóðaði Fram­sókn Sjálv­stýr­is­fólk­u­num at koma upp á listan hjá Fram­sókn, tí tey vildu ikki hoyra um fel­ags lista.
Soleiðis fóru atkvøðurnar hjá trim­um flokk­um, Fram­sókn, Mið­flokk­inum og Sjálv­stýr­­is­­flokk­­­inum fyri skeytið hes­a­ferð – eins og á trimum val­um framm­aundan.