Nú hevur verið bíðað nóg leingi eftir eini loysn á eftirlønarviðurskiftunum. Tí eigur málið at verða loyst uttan óneyðugan steðg.
Tað sigur Framsókn, sum tí tekur undir við uppskotinum hjá samgonguni um tvungna eftirlønaruppsparing.
Undirtøkan er tó ikki uttan treytir. Framsókn sigur millum annað at:
skipanin skal vera í privatum høpi?
skipanin skal vera individuell?
skipanin skal vera tvungin?
Ber tað til, so tekur Framsókn undir við ætlanini hjá landsstýrinum.
Flokkurin vísir á, at ein privat og individuell skipan vil eggja til uppsparing. Ein slík skipan eggjar fólki til at taka búskaparliga ábyrgd av egnum lívi. Orsøkin til hesa størri eggjan er at tað er eitt beinleiðis samband millum, hvussu nógv tú sparir upp og hvussu nógv ein fær aftur.
Við eini skipan sum er privat og individuell er ábyrgdarkensla fyri peninginum á hóskandi støði, kanska serliga aktuelt í hesum døgum tá hugsað verður um ALS málið.
Og sum tað triðja vísir Framsókn á, at við eini skipan sum er privat og individuell heldur enn samhaldsfast, verður politiska uppíblandingin avmarkað. Hettar avmarkar til dømis at politikarar læna úr grunninum, ávirka avgerðir, seta treytir um sosialan atburð, alt ávirkan sum merkir minni avkast til tann ið sparir upp í ringast føri nærum eingin.?
Framsókn er av tí fatan, at ein privat og individuell skipan eggjar fólki til at arbeiða longur, til dømis longur enn 67, tí peningurin er teirra egni.?
Fyrr í dag sendu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi út felags yvirlýsing, har boðað verður frá, at flokkarnir ikki taka undir við eftirlønaruppskotinum hjá landsstýrinum.