Framsókn tømir landskassan og Búskapargrunnin

Alternativið í føroyskum politikki, Framsókn, er loksins komið við síni valskrá, og vit í Tjóðveldinum eru rætt og slætt ovfarin av gávumilda valupplegginum.

Annita á Fríðriksmørk
tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi



Framsókn boðar frá, at skattalættar og barnakekkar hjá flokkinum fara at økja um hallið á fíggjarlógini við 545 mió. kr. longu í 2014. Hetta skal gerast, hóast hallið longu er 500 mió. kr.

Flokkurin sigur eisini, at hann vil fíggja økta hallið við pengum úr Búskapargrunninum og væntaðum øktum inntøkum á 361 mió. kr., sum ongin veit nakað um.

Tað harmar okkum almikið í Tjóðveldi, at ein flokkur á tjóðskaparliga vonginum fer so lætt um landsins ognir í sínum neoliberalistiska útgjaringarpolitikki.

Neyðugt er hjá tjóðskaparvonginum í Føroyum at standa saman um ein ábyrgdarfullan politikk fram ímóti sjálvberandi búskapi og sjálvstøðu.

Framsókn tykist ikki at vilja seta kós ímóti hesi sjálvstøðu ella vísa mátahald í búskaparpolitikkinum. Hetta er ikki gott – vit hava havt eina oyðimarkargongd undir ABC, einastu avrik teirra er vaksandi hall og skuld, nú er alneyðugt til eitt alternativ til ABC-politikkin, og hann fáa vit ikki við at lova í eyst og vest og tøma grunnar ella við miðvíst at fara eftir øktari skuld.

Tjóðveldi lovar ongar lættar loysnir, sum tøma landskassan og Búskapargrunnin. Vit ætla at umleggja skattaskipanina, so hon lættir um hjá lág- og meðalløntum. M.a. skulu holini í kapitalvinningsskattalógini tippast.

Átrokandi neyðugt er at seta ferð á Føroyar og fáa skil á búskaparpolitikkin. Tí er rætta løtan ikki at økja um hallið hjá landinum og tøma grunnar, sum skulu brúkast til konsolidering.