Framsókn og Miðflokkur fíggja valstríð hjá Jústinusi

Mangir eru hættirnar at vinna fólksins tokka, nú val stundar til. Bløðini eru á tremur við valgreinum, og mong eru valevnini, ið held­ur enn fegin vilja sleppa sær fram at í miðlunum, tí tey hava bæði eitt og annað upp á hjarta.

Men Jústinus Eidesgaard, val­evni hjá Sambandinum, brúk­ar aðrar snildir. Hann skriv­ar Gratisavísina saman við øðrum.

Prentingin av Grat­is­av­ísi­nini verð­ur fíggj­að við lýs­ing­um, og hon liggur í teim­um handl­um, sum vilja selja eina vøru uttan pengar.

Hesaferð hava Mið­flokk­ur­in og Fram­sókn keypt sær hvør sína síðu í blaðnum. Har­við er prent­ing­in fíggjað. Men í aðr­ar mát­ar er blað­ið eitt val­blað hjá Júst­in­usi Eid­es­gaard. Hann hevur ikki færri enn fimm síður við grein­um, har hann roynir at fáa les­ar­ar­arnar at velja seg.

Soleiðis kunnu vit siga, at markn­að­ar­før­ing og valstríð kann bland­ast saman í ein ell­u­b­ita – og so­­leið­is kann sam­bands­val­evn­­ið á Hell­u­num fáa tveir aðr­­ar flokk­­ar at fíggja sítt val­­stríð.

Hvør segði: Móð­ir Dan­mark, gevur okk­um meira blokk!­