Framsókn fekk 10,5 prosent av atkvøðunum í Havn til seinasta løgtingsval, og tað er nóg mikið til at fáa eitt um boð í býráðið. Til tað krevst 7,7 prosent.
Miðflokkurin hevur ongantíð megnað at fingið umboð valt, og Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki havt umboð í Tórshavnar býráð seinastu nógvu árini.
Poul Michelsen, formaður í Framsókn sigur, at tey arbeiða av øllum alvi við uppstillingini, og tað liggur fast, at flokkurin stillar upp til Tórshavnar býráð.?
Taka vit tølini frá seinasta kommunuvali í Havn, so merkir tað, at ein listi skal hava 786 atkvøður. Við seinasta kommunuval í 2008 fekk Sjálvstýrisflokkurin 539 atkvøður, sum er 5,27 prosent. Miðflokkurin fekk 234 atkvøður, sum er 2,29 prosent.
Bera vit saman við løgtingsvalið í fjør, so fekk Framsókn 10,5 prosent av atkvøðunum í Havn, sum er 2,8 prosent meira enn tað, sum skal til fyri at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð.
Sjálvstýrisflokkurin fekk 3,6 og Miðflokkurin 5,6 prosent.
Fær Framsókn umboð í Tórshavnar býráð, kann tá fáa stóra ávirkan á, hvør skal stjórna býnum næstu árini. Spuringurin er so, Framsókn tekur frá Fólkaflokki og Tjóðveldi, ið bjóða Javnaðarflokkin av í kappingini um fremsta plássið í Tórshavnar býráð.