Framsókn er ikki fyri uppboðssølu, men heldur einum tilfeingisgjaldi, sum ikki skal koma frá óvanligum yvirskoti, sum onkur hevur skotið upp, men Framsókn vil hava, at hetta tilfeingisgjald liggur fyrst í skipanini, so vinnan veit, hvat hon hevur at arbeiða við.
Málið er aktuelt nú, tí um ikki so langa tíð skal løgtingið taka støðu til ein framtíðar fiskivinnupolitikk, ið kemur at verða avgerandi fyri, hvussu virðini í høvuðsvinnuni skulu umsitast.
Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, greiðir í ljóðbrotinum niðanfyri frá útspælinum, hansara flokkur er komin við, nú tingast verður um at fáa eina breiða semju um karmarnar um komandi fiskivinnupolitikkin: