Meðan hinir flokkarnir brynja seg til valstríðið, hevur nýggi flokkurin hjá Poul Michelsen, Framsókn, framvegis einki valevni. Eingin uppstillingarfundur hevur verið hjá flokkinum.
- Framsókn hevur fremst av øllum hugsað um politikkin seinastu mánaðirnar. Vit hava verið partur av fiskivinnureforminum, og eiga virknan lut í kommunureforminum og pensjónsreforminum. Flokkurin er stovnaður, tí vit vilja hava broytingar í føroyskan poltikk. Framsókn hevur ikki gjørt stórvegis um seg í fjølmiðlunum, tað er kanska ein vansi, men orsøkin er, at vit hava hugsað um politikk, og ikki valstríð, sigur Poul Michelsen, formaður í flokkinum.
Spurningurin er, um Poul Michelsen og Framsókn eru til reiðar til eitt valstríð. Hann veit, at veljararnir eru ótolnir.
- Øll spyrja, nær valevnini verða kunngjørd. Tað fer tíðin at vísa. Politisku málini, vit hava verið partar av, gevur vónandi eitt álítandi tekin um, at vit vilja hava broytingar. Tað er eisini umráðandi at hava í viðførinum til eitt valstríð. Vit skulu eisini fyrireika okkum til valstríðið, men politikkurin hevur verið raðfestur hægst seinastu mánaðirnar, sigur Poul Michelsen, sum ikki kann siga, nær valevni verða kunngjørd.
Í nýggjari veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið sæst, at Framsókn kemur ikki á ting. Flokkurin fær 2,5 prosent av atkvøðunum.