Framsókn hevur trý lyfti

Sjey kvinnur og fimm menn bjóða seg fram at stjórna Havnini vegna Framsókn

Framsókn hevur í dag almannakunngjørt listan til býráðsvalið í Havn 8. novembur. 12 fólk stilla upp, sjey kvinnur og fimm menn.

Á valinum fyri fýra árum síðani gjørdist flokkurin akkurát ov stuttur. Einans níggju atkvøður restaðu í at flyta síðsta umboðið frá Javnaðarflokkinum yvir til Framsókn.

Av teimum, sum stillaðu upp tá, eru tað einans tvey, ið royna eydnuna aftur. Løgtingskvinnan Ruth Vang og Poul Clementsen. Av teimum, sum stillaðu upp til løgtingsvalið í fjør, stilla seks upp til býráðsvalið. Umframt tey bæði áður nevndu eru tað Bergun Kass, Súsanna Olsen, Høgni Reistrup og Oda W. Andreasen.

Í tíðindaskrivinum sigur nevnir Framsókn trý ítøkilig øki, sum flokkurin vil virka fyri. Fyrsta er, at kommunan altíð skal hava grundstykki tøk at selja teimum, ið ynskja at seta búgv í býnum. Annað er at broyta viðtøkurnar um skeinkistøð, barrir og kaffistovur, meðan triðja er, at skatturin skal lækka. 

Tey 12, ið stilla upp fyri Framsókn eru:

- Aleksandur L. Olsen, lesandi
- Bergun Kass, bankafólk
- Berit W. Samuelsen, tryggingarráðgevi
- Birgar Johannessen, sjálvstøðugur vinnurekandi
- Birita Arge, varaleiðari
- Høgni Reistrup, samskiftisfólk
- Oda W. Andreasen, marknaðarfólk
- Poul Johannes Clementsen, skrivari
- Róaldur Jákupsson, sjálvstøðugur vinnurekandi
- Ruth Vang, varatingkvinna
- Sissal Kristiansen, sjálvstøðug vinnurekandi
- Súsanna Olsen, námslektari