Neyvan mundi tað vera nakar, ið í síðstu viku kundi spáa, at Bjarni Kárason Petersen, fyrsti varamaður hjá Framsókn, fór at stjala yvirskriftirnar, tá hann tók sæti á tingi.
Men tað var júst tað hann gjørdi, tá hann í orðaskiftinum í tinginum um eitt uppskot at herða eftirlitið við rúsevnum í Føroyum, gjørdi seg sjálvan til forsprákara at gera hassj lógligt í Føroyum.
Tað festi veruliga eld í kjakið, og ein teirra, ið gjørdi greitt, at tað ikki kom á tal, var Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
- Tað verður ikki so leingi, eg eri landsstýrisfólk á økinum, at hassj, ella onnur rúsevni, verða lóglig í Føroyum, segði landsstýriskvinnan.
Bjarni Kárason Petersen legði tó dent á, at hóast hann á tingi umboðar Framsókn, so umboðaði hann í hesum málinum einans síni egnu sannføring og ikki flokkin.
Bjarni Kárason Petersen var á tingi fyri Hannu Jensen, meðan Ruth Vang, hin tingkvinnan hjá flokkinum, ikki tók orðið í málinum.
Harvið var einasta fráboðanin frá Framsókn hendan dagin tann hjá tingmanninum, men við in.fo ger Poul Michelsen, formaður í Framsókn, greitt, at flokkurin onga støðu hevur til spurningin.
- Hatta er hansara persónliga meining, og tað má hann hava lov til at hava. Vit eru ein liberalur flokkur, og tað ber við sær, at man hevur lov til at hava eina meining. Men hatta er ikki meiningin hjá flokkinum, tí vit hava slett ikki viðgjørt málið.
Spurdur um hvør hansara persónliga meining er til evnið, svarar landsstýrismaðurin, at hana vil hann ikki geva til kennar.
- Eg kann sum formaður ikki siga mína hugsan um evnið, tí um eg geri tað, so verður tað vegna flokkin. Tað kann eg ikki, tí málið er sum sagt ikki viðgjørt enn.
Poul Michelsen upplýsir, at hóast evnið gjørdist aktuelt í síðstu viku, so hevur flokkurin ikki tosað um evnið enn.