Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, boðaði frá í tinginum seinnapartin, at Framsókn er nú góðkendur flokkur á tingi. Flokkurin fær sostatt rættindi og skyldur í løgtingsarbeiðinum, javnbjóðis hinar politisku flokkarnar á tingi.
- Eitt er, at Framsókn fyrr í ár, varð góðkendur at stilla upp til komandi løgtingsval. Nakað annað er at virka beinan vegin sum flokkur á tingi. Tí skuldi søkjast um rættindi við atliti til talutíð og heimildir, sum flokkar á tingi hava, skrivar Framsókn á sínari heimasíðu.










