Týskvøldið 31. oktober klokkan 19, sum er týskvøldið komandi, verður verkætlanin um staðarnøvn í Nes kommunu løgd fram á almennum fundi.
Fundurin verður í miðhøllini í Tofta skúla.
Samstundis verður talgilda kortið við staðarnøvnunum lagt á alnetið. Tað verður Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sum fer at bjóða vælkomin.
Janus Jensen, Ólavur Magnussen og onnur fara at greiða frá verkætlanini, og óføru menninir í Undirhúsinum fara at syngja nakrar sangir.
- Her verður eisini ein drekkamunnur at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Nes kommunu um tiltakið í Tofta skúla týskvøldið.