Framløga um samferðslu í Miðlahúsinum

Tiltakið er í sambandi við nýggju bókina - Vága samferðslusøga - sum er komin í bókabúðirnar.

 

Áhugavert samferðslukvøld verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í kvøld klokkan 19.30.

 

Tiltakið verður fyriskipað í sambandi við nýggju bókina - Vága samferðslusøga - sum er komin í bókabúðirnar.

 

Á tiltakinum fer Heini F. Petersen at hugleiða um at ferðast í Føroyum fyrr í tíðini, og Dánjal Poulsen viðger framburðin á flogvøllinum og í flogferðsluni.

 

Klæmint Weihe, sum stóð á odda, tá Vágatunnilin varð bygdur, fer at greina ta spennandi gongd, tá fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum varð veruleiki.

 

Høvi verður at seta spurningar, og kaffimunnur verður eisini at fáa í Miðlahúsinum í sambandi við tiltakið í kvøld.