Framløga: Føroyskur bendingargrunnur

Frumframløga av nýggjum føroyskum bendingargrunni

Týsdagin 29. november klokkan 16 verður bendingargrunnur við føroyskum orðum latin upp og lagdur fram í Loftsstovuni. Arbeiðið er úrslit av føroyskari-íslendskari verkætlan, sum hevur havt til endamáls at seta føroyskt orðatilfar í ein teldutøkan bendingargrunn, sum frammanundan er gjørdur fyri íslendskt.

 

Verkætlanin er stuðlað av Nordplus og er samstarv millum Árnastofnun á Háskóla Íslands og Føroyamálsdeildina.

 

Á framløguni verður sagt frá arbeiðinum og víst verður, hvussu øll opið kunnu brúka bendingargrunnin í sínum gerandisdegi og í menning av máltøkni.

 

– Øll eru vælkomin, skriva tey úr Fróðskaparsetrinum.